SMS rakt av koronu

Matstovurnar lata aftur í nakrar dagar

Koronafarsóttin er av álvara byrjað at gera um seg aftur í Føroyum, og tað byrjar at merkjast. Nú hevur smittan rakt tey trý matstøðini Burger King, Sunset Boulevard og Hornið, sum halda til í SMS.

 

Matstøðini hava øll fyribils latið aftur, boða tey frá á Facebook. Tey lata upp aftur 20. juli.

 

Tey trý matstøðini eru ikki tey einastu, sum eru rakt av koronu í SMS. Sum vit skilja hava starvsfólk í handlinum Rumbul eisini fingið boð um at lata seg kanna í dag, tí onkur hevur verið í samband við ein smittaðan.

 

20 tilburðir vórðu staðfestir í gjár, so í løtuni eru 73 persónar smittaðir við koronu.