Tað verður eingin greipa til kyndilskvinnur hesaferð. Fyrr í kvøld vann Neistin sannførandi 27-21 á Kyndli í seinnu FM-hálvfinaluni í SMS-deildini. Farna hóskvøld vann Neistin 24-23 á Kyndli, og vinna neistakvinnur sostatt hálvfinaluuppgerðirnar 2-0.
Neistin møtir H71 í FM-finalunum. Fyrsta FM-finalan av fimm møguligum verður leikt sunnudagin 3. apríl.
Kyndil sum mátti vinna á Neistanum í kvøld fyri at fáa eina triðju FM-hálvfinalu var á odda 2-1 tá tríggir minuttir vóru farnir. Eftir tað var Kyndil aldrin á odda aftur í dystinum. Neistin var á odda 14-10 í steðginum.
Tá 36 minuttir vóru farnir var Neistin á odda 18-12, tá eydnaðist Kyndli at minka um munin til 15-18, men fáar minuttir seinni hevði Neistin økt til 21-15. Tað nærmasta Kyndil kom var 19-23, og vann Neistin ein fult uppibornan 27-21 sigur.
Kyndil-Neistin 21-27 (10-14) - Neistin vinnur FM-hálvfinaluuppgerðirnar 2-0.
HER sæst dómaraseðilin frá HSF:
##med2##











