SMS: Sigrar til Kyndil, VÍF, H71 og StÍF

Kapprenningin um seinna beinleiðis hálvfinaluplássið er sera spennandi

Fult umfar var í SMS-deildini í dag.

 

Í høllini á Hálsi i Havn vann Kyndil grannauppgerðina móti Neistanum. Tað endaði við 25-22 sigri til greiða oddaliðið. Í steðginum var Kyndil á odda 16-11.

 

Birna Eyðunardóttir og Hervør Niclasen vóru við fýra málum hvør toppskjúttar hjá Neistanum. Turið Arge Samuelsen var toppskjútti hjá Kyndli við niggju málum.

 

Í Vágshøll vann VÍF ein knúsandi 40-17 stórsigur á VB. VÍF var frammanfyri 21-10 i steðginum.

 

Krista Mohr Leo og Carmen Luiza Silva vóru toppskjúttar hjá VB við fimm málum hvør. Við niggju málum hvør vóru Fríða Nolsøe Olsen og Agnas Funn toppskjúttar hjá VÍF.

 

Í Hoyvíkshøllini vann H71 greiðan 33-25 sigur á EB. Eiðiskvinnur vóru væl við í fyrra hálvleik. Í steðginum var H71 bert á odda við einum máli, 13-12.

 

Karin Egholm var toppskjútti hjá H71 við átta málum. Við 10 málum var Silja G. Eystberg toppskjútti hjá EB.

 

Í høllini á Skála vann StÍF 29-23 á Stjørnunu. Í fyrra hálvleiki leikaði javnt á. Í steðginum var støðan javnleikur 13-13.

 

Josefine Dyring var stórskjútti hjá StÍF við 14 málum. Við seks málum var Tóra Eliasen toppskjútti hjá Stjørnuni.

 

HER eru dómaraseðlarnir frá dagsins dystum og støðan frá HSF:

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##