SMS: Kyndil vann tjúgunda sigurin á rað

Kyndilskvinnur hava 40 stig fyri 20 dystir

Tíðliga seinnapartin var ein dystur leiktur í SMS-deildini.

 

Kyndil vann á heimavølli stórsigur 37-22 (17-10) á VB.

 

Talan var um tjúgunda sigurin á rað hjá Kyndli í SMS-deildini.

 

Katrin Hansen hjá Kyndli og Carmen Luiza hjá VB vóru við níggju málum hvør toppskjúttar hjá sínum liðum.

 

Í morgin klokkan 14 vera tveir dystir leiktir. Teir eru StÍF-Neistin og VÍF-H71.

 

HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin og støðuna:

 

##med2##

 

##med3##