Ein dystur var leiktur í SMS-deildini í kvøld.
Suðuri í Vágshøll vann oddaliðið, Kyndil stórsigur 41-22 á botnliðnum, VB.
VB var væl frægari við í fyrra hálvleiki, og í steðginum var Kyndil á odda 16-10.
Sanja Pajic var toppskjútti hjá VB við sjey málum. Nadja Pejovic og Inga Maria Roysdóttir skutu átta mál hvør fyri Kyndil.
HER ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF:
##med2##
Sunnudagin klokkan 14 verður oddauppgerð millum Neistan og Kyndil í høllini á Hálsi. Somuleiðis klokkan 14 byrjar dysturin í Hoyvíkshøllini millum H71 og VÍF. Sama seinnapart klokkan 15 tekur VB móti Stjørnuni í Vágshøll.
Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
KYNDIL | 13 | 424 | 316 | 108 | 24 |
NEISTIN | 13 | 392 | 326 | 66 | 20 |
H71 | 13 | 406 | 355 | 51 | 18 |
STÍF | 13 | 377 | 368 | 9 | 16 |
VÍF | 13 | 398 | 372 | 26 | 12 |
EB | 13 | 332 | 399 | -67 | 7 |
STJØRNAN | 13 | 334 | 402 | -68 | 6 |
VB | 13 | 309 | 434 | -125 | 1 |