Tíðliga seinnapartin var ein dystur leiktur í SMS-deildini.
Í høllini á Hálsi í Havn tók Kyndil móti StÍF. Kyndil vann greitt 38-27. Í steðginum var Kyndil frammanfyri 19-15.
Kyndil hevur nú vunnið 16 dystir á rað í hesum kappingarárinum.
Turið Arge Samuelsen var toppskjútti hjá Kyndli við 10 málum. Við níggju málum var Josefine Dyring toppskjútti hjá StÍF.
Klokkan 15 spæla EB og Neistin dyst í høllini við Streymin.
HER ber til at síggja dómaraseðilin og støðuna frá HSF:
##med2##
##med3##