Tað var væntað, at tað fór at blíva ein javnur og harður dystur millum havnarliðini, Neistan og Kyndil í tí 1. FM-hálvfinaluni, men tað gjørdist veruliga ongantíð spennandi.
Kyndilskvinnur vunnu greiðan 27-19 sigur. Í steðginum var Kyndil á odda 16-8.
Liðini hittast aftur í høllini á Hálsi sunnudagin klokkan 15, tá Kyndil hevur heimavøll. Vinna kyndilskvinnur tann dystin hava tær vunnið seg í FM-finalurnar. Vinnur Neistin verður 3. FM-hálvfinalan leikt í komandi viku.
HER er dómaraseðilin frá HSF frá 1. FM-hálvfinaluni Neistin-Kyndil 19-27 (8-16) :
##med2##