SMS: Kyndil vann grannauppgerðina í høllini á Hálsi

Neistakvinnur vóru á odda í steðginum, men tað endaði við einum sigri til Kyndilskvinnur

Turið Arge Samuelsen skoraði 13 mál fyri Kyndil í kvøld

Grannauppgerð var í SMS-deildini í kvøld.

 

Í høllini á Hálsi í Havn vann Kyndil 28-25 á Neistanum.

 

Tað var tó Neistin sum var á odda 12-10 í steðginum. Tíðliga í seinna hálvleiki var Neistin á odda 15-11.

 

Tá 10 minuttir vóru eftir at leika var støðan javnleikur 23-23. Tá eydnaðist Kyndli at leggja seg framum 26-23, og eftir tað hildu tær leiðsluni í dystinum.

 

Turið Arge Samuelsen var sum so mangan áður stórskjútti fyri Kyndil. Í kvøld skoraði Turið heili 13 mál.

 

Tað lá eisini væl fyri hjá Mariu P. Nólsoy at skjóta mál fyri Neistan. Maria gjørdist toppskjútti hjá Neistanum við 10 málum.

 

Kyndil-Neistin 28-25 (10-12)

 

Kyndil: Turið Arge Samuelsen 13, Bára K. Hansen 6, Inga Maria Roysdóttir 3, Bjarta O. Johansen 3, Nadja Pejovic 2, Sólja B. Poulsen 1. 

 

Neistin: Maria P. Nólsoy 10, Anna S. Mikkelsen 6, Hervør Niclasen 5, Silja Heðinsdóttir 2, Sára S. Mikkelsen 1, Lea Mortensen Mørk 1. 

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 NEISTIN82551926314
 KYNDIL82491965314
 H717220198228
 STÍF7200203-38
 VÍF720620246
 STJØRNAN7174209-354
 EB7173218-453
 VB7177236-591

 

 

 

 

 

Turið Arge Samuelsen skoraði 13 mál fyri Kyndil í kvøld