Ein dystur var leiktur í SMS-deildini í kvøld.
Í høllini á Hálsi í Havn vunnu nýklaktu steypavinnararnir, Kyndil 33-30 á H71. Í steðginum var H71 á odda 15-14. Tá 47 minuttir vóru leiktir var støðan javnleikur 24-24. Tá legði Kyndil seg á odda 27-24, og var á odda restina av dystinum.
Sigurin merkir, at Kyndil við 36 stigum hevur vunnið grundspælið. VÍF kann í mesta lagi røkka 35 stigum, og H71 kann í mesta røkka 33 stigum.
Bára K. Hansen var toppskjútti hjá Kyndli við 10 málum. Við sjey málum var Anna Elisabeth H. Weyhe toppskjútti hjá H71.
HER ber til at síggja dómaraseðilin og støðuna frá HSF:
##med2##
##med3##