SMS: Javnleikur í oddadystinum - sigrar til Neistan og Stjørnuna

Her eru úrslitini, málskjúttarnir og støðan í SMS-deildini

Tríggir dystir vóru leiktir í SMS-deildini í dag.

 

Í høllini á Hálsi í Havn endaði oddadysturin millum H71 og Kyndil við javnleiki 27-27. H71 var á odda 27-25 tá tveir minuttir vóru eftir av dystinum, men tað eydnaðist Kyndli at knógva ein javnleik.

 

Í steðginum var H71 á odda 11-10. Tá 41 minuttir vóru leiktir var H71 á odda 19-14, men Kyndil vann seg innaftur í dystin. 

 

Kyndil-H71 27-27 (10-11) - HER er dómaraseðilin frá HSF:

 

##med2##

 

Í Vestmanna vann Stjørnan 28-25 á VÍF. Stjørnan var á odda 4-0 tá sjey minuttir vóru farnir, og klaksvíkskvinnur vóru á odda allan dystin. 

 

VÍF-Stjørnan 25-28 (9-13) - HER er dómaraseðilin frá HSF:

 

##med3##

 

Í høllini á Hálsi í Havn vann Neistin stórsigur 32-20 á EB. Í steðginum var Neistin á odda 17-10.

 

Neistin-EB 32-20 (17-10) - HER er dómaraseðilin frá HSF: 

 

##med4##

 

##med5##