SMS: H71 var aftur drúgvari móti dystarenda

H71 er greitt oddalið í SMS-deildini aftaná 28-26 sigur á Stjørnuni í Klaksvík

H71-kvinnur hava dugað væl at sligið til seinastu løtuna í nógvum dystum í SMS-deildini, og tað var aftur galdandi móti Stjørnuni í KÍ-høllini í Klaksvík seinnapartin í dag.

 

H71 vann 28-26, men Stjørnan var væl við leingi í dystinum, og tá 12 minuttir vóru eftir var støðan javnleikur 23-23. H71 legði seg á odda 25-23, og harfrá eydnaðist tað at halda munin til Stjørnuna. 

 

Í steðginum var H71 á odda 15-13. Stjørnan javnaði fleiri ferðir í seinna hálvleiki, men tað eydnaðist ikki at fáa leiðsluna.

 

H71 er nú greitt oddalið við 25 stigum, tær hava fýra stig meir enn Kyndil.

 

Stjørnan-H71 26-28 (13-15) - Stigatalvan sæst undir yvirlitinum hjá HSF við málskjúttunum: 

 

##med2##

 

 

 

StøðanDystirVunnin málTapt málMunurStig
 H71133933128125
 KYNDIL144123169621
 STJØRNAN164833849920
 NEISTIN153883454318
 STÍF16376375112
 VB14297419-1224
 EB14258456-1982