H71 skal aftur spæla FM-finalur í SMS-deildini.
Tað gjørdist greitt tá H71 ógvuliga sannførandi í seinnu FM-hálvfinaluni vann 38-29 á Stjørnuni í Hoyvíkshøllini. Farna mikukvøld gav Stjørnan annars H71 ein skarpan gang í fyrru FM-hálvfinaluni í KÍ-høllini í Klaksvík. Tá vann H71 tepurt 36-35 (20-20). Í dag gjørdist tað ongantíð spennandi. Tá fýra og ein hálvur minuttur var leiktur var H71, og hildu hoyvíkskvinnur leiðsluna restina av dystinum. Í steðginum var H71 á odda 21-15. Tá 40 minuttir vóru leiktir var støðan 29-19 til H71, og tá var løst og liðugt.
H71 møtir vinnaranum av FM-hálvfinaluuppgerðunum millum Kyndil og Neistan. Kyndil vann 1. FM-hálvfinaluna 27-19 (16-8). Liðini møtast aftur í høllini á Hálsi í morgin klokkan 15.
HER er dómaraseðilin frá HSF frá seinnu FM-hálvfinaluni H71-Stjørnan 38-29 (21-15):
##med2##