Seinnapartin er ein dystur leiktur í SMS-deildini.
Suðuri í Vági tók VB móti H71. Fyrrakvøldið spældu somu lið dyst í Faxe Kondi kappingini í Hoyvíkshøllini. Tá vann H71 39-16 (23-7).
Í dag stóð VB seg munandi betri, men talan gjørdist kortini um ein greiðan sigur til H71. H71 vann í dag 37-25 á VB. Í steðginum vóru hoyvíkskvinnur á odda 18-12.
Carmen Luiza Silva var toppskjútti hjá VB við átta málum. H71 hevði 12 ymiskar málskjúttar í dag. Fremst av teimum var Brynhild Pálsdóttir við seks málum.
Klokkan 20 í kvøld tekur VÍF móti Stjørnuni í høllini í Vestmanna.
HER er dómaraseðilin hjá HSF frá dystinum suðuri í Vági:
##med2##
| Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig | 
|---|---|---|---|---|---|
| Kyndil | 9 | 316 | 182 | 134 | 18 | 
| H71 | 8 | 279 | 209 | 70 | 14 | 
| VÍF | 6 | 183 | 131 | 52 | 10 | 
| Neistin | 8 | 193 | 199 | -6 | 7 | 
| StÍF | 8 | 167 | 210 | -43 | 6 | 
| EB | 8 | 191 | 253 | -62 | 3 | 
| VB | 8 | 194 | 275 | -81 | 2 | 
| Stjørnan | 7 | 166 | 230 | -64 | 2 | 












