SMS: H71 vann á VB í Hoyvíkshøllini

H71 er nú oddalið

Mynd: HSF

Ein dystur er seinnapartin leiktur í SMS-deildini.

 

Í Hoyvíkshøllini eydnaðist tað H71 at vinna seg upp á fremsta plássið í deildini við einum 32-26 sigri á VB. Í steðginum vóru hoyvíkskvinnur á odda 15-13.

 

Við 10 málum var Rakul Christiansen toppskjútti hjá H71. Við níggju málum var Carmen Luiza Silva toppskjútti hjá VB.

 

Í morgin klokkan 13 vera tveir dystir leiktir. Teir eru StÍF-Kyndil og Neistin-VÍF. Klokkan 14 byrjar dysturin í KÍ-høllini millum Stjørnuna og EB.

 

HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá dystunum millum H71 og VB, umframt støðuna í deildini:

 

##med2##

 

##med3##

 

 

 

Mynd: HSF