SMS: H71 vann 1. FM-finaluna

Neistin nærkaðist H71 í seinna hálvleiki, men hoyvíkskvinnur megnaðu at halda tørn

Savnsmynd

Savnsmynd

H71 er á odda 1-0 í FM-finaluuppgerðunum í SMS-deildini.

 

H71 vann í kvøld 29-24 á Neistanum í Hoyvíkshøllini. 

 

2. FM-finalan verður spæld í høllini á Hálsi týskvøldið klokkan 19. FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.

 

H71 var á odda 16-11 í steðginum. Í seinna hálvleiki mundi Neistin fingið H71 aftur. Fyrst tá tær minkaðu frá 13-19 til 17-19, og aðru ferð tá tær minkaðu frá 18-25 til 23-25. Men báðu ferðirnar komu hoyvíkskvinnur fyri seg aftur og megnaðu at knógva fyrsta FM-finalusigurin heim í fyrstu FM-finaluni tær spæla í bestu kvinnudeildini. 

 

Spælt verður best av fimm dystum. 

 

HER ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF: 

 

##med2##

 

Savnsmynd

Savnsmynd