SMS: Grundspælið endaði við javnleiki millum VB og Kyndil

Eitt ungt kyndilslið spældi á útivølli í Vági í kvøld

Í kvøld var tann seinasti dysturin í grundspælinum leiktur í Vágshøll í Vági millum VB og Kyndil. 

 

Undir vanligum umstøðum hevði Kyndil verið favorittur at vunnið dystin, men fleiri stuðulsleikarar hjá Kyndli vóru ikki við á ferðini til Vágs.

 

Dysturin millum VB og rættiliga unga Kyndils-liðið endaði við javnleiki 23-23. 

 

VB var á odda 15-12 í steðginum, og vágskvinnur vóru á odda 17-13 tá 40 minuttir vóru leiktir. Kyndil kom ikki uppá javnt fyrrenn tveir minuttir 

 


vóru eftir at leika.

 

Fríggjadagin klokkan 20 spælir VB hálvfinalu í niðara endaspælinum móti EB. Kyndil spælir steypafinalu móti H71 leygardagin klokkan 18. FM1 sigur beinleiðis frá steypafinaluni.

 

VB-Kyndil 23-23 (15-12) - Stigatalvan sæst undir dómaraseðlinum frá HSF: 

 

##med2##

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 H71185444549033
 KYNDIL1852541111428
 NEISTIN184714135822
 STJØRNAN185274369121
 STÍF18433433013
 VB18396522-1267
 EB18354581-2272