Mikudagin 2. november fyllir SMS 28 ár, og tað fara tey at hátíðarhalda. Tey byrjaðu longu fríggjadagin og halda fram til leygardagin 5. november og tá verður eisini opið til kl. 18.
Allar dagarnar verður fjølbroytt og spennandi skrá. Á Torginum fer sjónleikarbólkur við Jákupi Veyhe á odda at framføra tveir ymiskar barnaleikir. Eisini fara Angela og Hannibal at undirhalda, og gentubólkurin PoppKorn fer at hava konsert.
Sjálvan føðingardagin 2. november bjóðar SMS øllum vitjandi kaffi og okkurt søtt afturvið.
Høvuðstiltakið á føðingardagsskránni eru tveir sjónleikir, ið eru settir upp til føðingardagarnar í SMS. Leikirnir eru nýggir, men taka útgangsstøði í tveimum kendum ævintýrum.
Tað er Jákup Veyhe, ið hevur leikstjórnað teimum trimum leikararunum, og vit kunnu vænta okkum okkurt øðrvísi, spennandi og ikki minst stuttligt, siga tey úr SMS.