Tað er eingin ivi um, at H71 verður annað liðið sum vinnur seg beinleiðis í FM-hálvfinalurnar í SMS-deildini.
Í kvøld vann H71 stórsigur á VÍF í einum málríkum dysti í Hoyvíkshøllini. Máltalvan vísti 46-31 til H71 tá dysturin var liðugur. Í steðginum var H71 á odda 23-16.
H71 hevur í 15 teimum fyrstu dystunum tryggjað sær 29 av 30 møguligum stigum.
Sigurin merkir, at hoyvíkskvinnur hava heili átta stig niður til Neistan, ið er nummar trý við 21 stigum.
##med2##
Her er dómaraseðilin frá HSF:
##med3##