SMS-deildin: VÍF og Neistin skulu reisa seg aftur

VÍF og Neistin eiga ikki at koma sær í trupulleikar á heimavølli ímóti ávikavist VB og StÍF

Tríggir dystir verða spældir í SMS-deildini í dag.

klokkan 14.00: VÍF - VB í Høllini í Vestmanna

Klokkan 14.00: Kyndil - H71 í Høllini á Hálsi (FM1 sigur frá)

Klokkan 18.00: Neistin - StÍF

Sí eisini:

Kyndil - H71: Toppskjúttarnir í toppdysti

Tað er lítil ivi um VÍF og Neistin eru stórfavorittar á heimavølli, hóast liðini bæði vóru fyri ósigri ímóti ávikavist H71 og Kyndli fyrr í vikuni.

Sí eisini:

H71 vann aftur á VÍF

Turið og Kyndil knústu Neistan

VB hevur framvegis ikki fingið stig í SMS-deildini í ár, og tað munnu vera tey fæstu, ið vænta at fyrstu stigini skulu koma ímóti oddaliðnum í Vestmanna.

StÍF hevur skavað stig saman í ár, meðan Neistin hevur nakað færri enn tey bláu høvdu vónað. Stóra stjørnan á StÍF-liðnum hevur seinastu vikurnar verið Haruka Gima, men hon og StÍF-liðið skulu enn eitt støði upp, um tað skal eydnast at basa Neistanum. Seinast liðini hittust hevði Neistin heldur ikki teir stóru trupulleikarnar av strandakvinnum.

Innanhýsis úrslit hetta kappingarárið

 

VB – VÍF 21-27
SMS-deildin: 15/09/2019
Málskjúttar VB
Rúna M. Jacobsen7
Dajana Komenda5
Rannvá Johannesen3
Vár Brattalíð2
Torgerð D. Suðuroy1
Rebekka Godtfred1
Bára K. Mortensen1
Durita K. Hjelm1
Málskjúttar VÍF
Agnas Olsen11
Helena í Skálum6
Ingibjørg Olsen5
Durita C. Jojic3
Jórunn Gudmunsen2

 

StÍF – Neistin 25-31
SMS-deildin: 27/10/2019
Málskjúttar StÍF
Haruka Gima9
Emmy T. Kass6
Karina Berg Høgnesen4
Kristina B. Mikkelsen3
Yuika Kurimoto3
Málskúttar Neistans
Ingunn Kristina Persson7
Ana Blagojevic7
Rakul Magnussen4
Birita Ingolvsdóttir3
Sólbjørt Høj3
Stina Madsen3
Fríða á Dunga2
Hjørdis Viðstein1
Gunnfríð Nólsoy1

Støðan í SMS-deildini undan dagsins dystum

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1VÍF92491985114
2Kyndil82141466812
3H7182121852712
4Neistin92171981910
5Stjørnan9225240-158
6StÍF9193270-774
7VB8169242-730