Longu í næstu viku fer SMS so smátt at byggja út. Talan er um at leggja 1.200 fermetrar afturat verandi bygningi.
Tað er á økinum vestanfyri bygningin, har eitt lítið p-pláss til starvsfólk er í løtuni, at bygt verður út.
- Okkurt um helvtin av p-plássinum verður tikið til útbyggingina. Vit fara at byggja tvær hæddir, sum eru 600 fermetrar hvør, sigur Niels Mortensen, stjóri í SMS.
Hann sigur, at ovara hæddin verður lagt afturat Expert, sum tó í næstum fer at skifta navn.
- Expert verður til Power, sum er ein nýggj keta, sum vinnur seg fram í norðurlondum í løtuni. Teir eru sera aggressivir í síni kapping og allastaðni har teir eru komnir, hevur ein sæð, at prísirnir á el-lutum lækka. Tað vænta vit tí eisini fer at henda her í Føroyum, sigur Niels Mortensen.
Júst hvat skal vera í niðari hæddini, vil hann ikki siga.
- Vit fara at gera onkrar flytingar, og so fer okkurt nýtt at lata upp í SMS, sigur hann.
Umbyggingin, sum altso byrjar í næstu viku, verður eftir ætlan liðug í novembur.