SMS-blaðið er svarið

Svar til Hera Mohr, skald

Á flokstingið Tjóðveldisfloksins, sum var í Hósvík herfyri, segði eg nøkur fá orð, har eg fanst at flokkinum fyri at tosa ov nógv um flákrandi hugtøk, og ov lítið um gerandisdagin hjá fólki.
Men sambært kjakinum farnu dagarnar hava nøkur fólk fingið hesa fatan av tí, eg bar fram:
Eg helt uppá, at fólk, sum lesa SMS-blaðið, eru býtt, meðan tey, sum ikki lesa SMS-blaðið, eru klók.
Men eg segði ikki bara at SMS-blaðið indikerar markið millum tey býttu og tey klóku. Nei, eg vísti eisini á, at hetta blað harafturat er landsins mest eftirfarandi politiska kumpassnál: Tey, sum lesa SMS-blaðið (t.e. tey býttu) eru sambandsfólk, og tey, sum ikki lesa SMS-blaðið (t.e. tey klóku) eru sjálvstýrisfólk.
Samanumtikið var tað ? sambært orðaskiftinum ? hetta, eg í høvuðsheitum hevði at siga flokstinginum:
Sig mær, um tú lesur SMS-blaðið, og eg skal siga tær, hvussu vitugur tú ert!
Sig mær, um tú lesur SMS-blaðið, og eg skal siga tær, hvønn tú velur!
Sig mær, um tú lesur SMS-blaðið, og eg skal siga tær, hvør tú ert!

Romanin hjá Hera
Heri Mohr, sum farnu tíðina hevur víst óført hegni og høgt flog sum sosialrealistiskur forfattari, tekur í Dimmalætting mikudagin málið upp. Í sínum seinasta hugfangandi skaldsøgubroti letur Heri ein av sínum sjáldsama livandi romanfigurum ? Pætur ? lýsa Sjúrð Skaale og hans-ara hugburð soleiðis:
"Pætur stardi við sínum droymandi eygum, og við høgra peikifingri á nøsini segði hann lágmælt: rasisma! Hetta kvøldið var hann annars í tí rætta prátingarlagnum. - Hann hevði kanska eina lítla kenning".
Nú veit eg ikki um skaldið sjálvt ? Heri Mohr ? hevur havt kenning, tá hann skrivaði. Men ógvuliga kensluborin hevur hann ið hvussu er verið. Og tað er eingin ódygd. Tað er gott, at Heri harmast um órættin. Tað er fyrimyndarligt, at hann nýtir sínar stóru skaldagávur til at berjast ímóti tí ónda.
Men sum sosialrealistiskur høvundur átti hann kanska at kannað eitt lítið sindur eftir um tað, hann skrivar, er rætt. Skalt tú kalla fólk rasistar, mást tú jú helst standa á tryggari grund.
Og kanska var tað, sum Sjúrður Skaale segði um SMS-blaðið og tess lesarar, ikki so ræðuligt, sum Heri ger tað til. Kanska var alt hetta bara ein fjøður, sum bleiv til fimm hønur. Ja, kanska nevndi Sjúrður bara SMS-blaðið eina einastu ferð ? í skemti.
Heri kundi jú spurt onkran, áðrenn hann gjørdi ta niðurstøðu, at Sjúrður Skaale er rasistur. Har vóru jú eini 100 fólk til staðar henda vakra dagin í Hósvík.
Annars vil eg ynskja Hera Mohr alt tað besta, og góða eydnu við forfattaraskapinum.