SMS bjóðar inn til teknikapping

Tíðindaskriv

Tað skal vera stuttligari hjá børnunum at koma í SMS. Umframt at vit fara at gera spælipláss til børnini, skulu vit eisini hava eitt fitt og elskiligt SMS-djór.
SMSi er eitt fitt og elskuligt djór, sum børnini ikki kunnu annað enn vera góð við.
SMSi by?r, etur og svevur í SMS.
Børnini kunnu hitta SMSa í SMS.
SMSi brúkar handlarnar í SMS.
SMSi hevur sítt egna pláss á SMS-heimasíðuni.
Hvussu SMSi sær út, lata vit børnini í Føroyum avgera. Vit skriva út eina teknikapping, og vit vóna at fáa tekningar frá øllum børnunum í Føroyum.
Teknikappingin byrjar 5. februar og endar 5. mars 2007.
Høvuðsvinningurin er 10.000 kr.
Millum innkomnu tekningarnar verða tríggjar PlayStation frá Expert burturlutað.