Í farna mánaði kundi kirkjufólkið í Leirvík hátíðarhalda 100 ára dagin fyri vígsluni av kirkjuni í bygdini.
Her varð nógv gjørt burtur úr henda dagin, við gudstænastum av ymiskum slagi og við einum hópi av innsløgum, fyri at gera dagin so hátíðarkendan sum gjørligt.
Millum tey mongu tiltøkini í hesum sambandi var ein gudstænasta sjálvan vígsludagin, sum skótarnir skipaðu fyri.
Henda gudstænastan byrjaði í roynd og veru uttandura við eini løtu á Toftanesi, har útgrevsturin í bygdini liggur.
Hesin útgrevsturin ber boð um kristna búseting, tí ein á staðnum hevur funnið m.a. fleiri krossar, sum helst stava úr Írlandi.
Farið varð síðani í kirkjuna til gudstænastu, sum var heldur øðrvísi enn tær vanligu. Kirkjubønin var nevniliga ein hópur av bønum við sms-teksti.
Skótarnir vórðu nevniliga bidnir um at taka fartelefonina við, og síðani senda eitt sms við eini stuttari børn til eitt ávíst telefonnummar.
Teir fingu síðani høvi at senda eitt sms við eini stuttari bøn, sum seinni varð víst á veggin við stórskíggja. Sagt verður, at hetta var ein still og góð løta.
Eftir gudstænastuna vóru fólk boðin niðan í skótahúsið til ein góðan bita.
Skótabønir
Rættiliga nógvir skótar nýttu høvið at skriva eina sms-bøn við hesa gudstænastuna.
Vit prenta her nakrar teirra. Ein fullfíggjaður listi er annars prentaður í kristiliga ungmannablaðnum KRUNG:
Takk fyri at eg havi klæðir
Takk at tú doyði fyri okkara syndir
Ver hjá teimum sum einki eiga
Takk fyri at beiggi bleiv frískur. Eg elski teg
Takk fyri at tú frelsti meg
Gud! Grøð meg frá tí trongd eg havi til tað ónda
Takk at tú hjálpir teimum sjúku
Rita navn títt mær í hjarta