Smoykin skuldsettur maður

Hurðarnar í rættinum vórðu latnar aftur, tá ið ein 19 ára gamal maðurin varð grundlógaravhoyrdur, skuldsettur fyri neyðtøkuroynd

Tað gekk í hesum førinum ikki long tíð, frá tí at politiið fekk boð um eina neyððtøkuroynd, til ein maður varð handtikin og skuldsettur.
Hendingin fór fram sunnumorguinin beint fyri klokkan fýra á Gundadalsvegnum tætt við portrið inn til viðarlundina. Ein 17 ára gomul varð hálað inn í viðarlundina, har ein maður legði hana niður og reiv klæðini av henni.
Men av tí at hon róptu neyðarróp, og fólk kom til, leyp hon avstað.
Gentan dugdi sera væl at greiða frá, hvussu maðurin sá út, og klokkan hálvgum tíggju varð hann handtikin heima við hús.
Klokkan ellivu fyrrapartin varð hann í grundlógarhoyri. Maðurin tóktist smoykin og hulgdi nóg illa upp, meðan skuldsetingin varð lisin upp.
Verji hansara upplýsti, at 19 ára gamli maðurin noktaði seg sekan.
Av ti at gentan bara var 17 ára gomul, kravdi ákærin hurðarnar latnar aftur, og tí tók dómarin undir við.
Rættarfunurin var so mikið drúgvur, at ikki fekst at vita, hvørjum rættarfundurin endaði við, áðrenn blaðið fór til prentingar.