Herfyri boðaði Sørvágs kommuna frá, at Hiddenfjord fór at seta smolt út í smoltslangum tvørtur um Sørvágsfjørð, og at ætlanin var at byrja útsetingina í gjár, sunnudagin 2. mars.
Væntandi fór arbeiðið við útseting at vara til og við hósdagin, 6. mars. Setast skuldi út frá parkeringsplássinum við Breiðá og yvir til alibrúkið framvið Múlanum.
Men, í dag er Sørvágs kommuna komin við einari nýggjari fráboðan, og her verður sagt, at vegna veður er útsetingin hjá Hiddenfjord útsett.
Nú verður sagt, at útsetingin í staðin byrjar hósdagin, 6. mars, og at arbeiðið fer at halda fram til og við mánadagin, 10. mars.
- Smoltslangan verður væl merkt við reyðum boyum/ blinkljósum fyri hvørjar 100 metrar.
Lagt verður aftrat, at Sørvágsfjørður verður avsperraður, meðan smolt verður sett út, men smábátar kunnu sigla innanfyri alibrúkini, sum liggja framvið Múlanum.
- Ein bátur hjá Hiddenfjord kemur at liggja á fjørðinum, meðan fjørðurin verður avsperraður, vita tey í Sørvágs kommunu at siga.