Høllin verður útgjørd við nýggjastu tøkni, og útbyggingin fevnir eisini um dagføring av biofiltri og vatnendurnýtslu, soleiðis at upp móti 99% av vatninum verður endurnýtt.
Íløgan er ein liður í felagsins strategi at ala laksin longri á landi, ið fer at merkja lægri lívfrøðiligan váða og betri fiskavælferð.
Eftir ætlan verður nýggja høllin klár at taka í nýtslu á sumri 2023.
Smoltstøðin á Viðareiði varð tikin í nýtslu í 2016 og í løtuni starvast umleið 20 fólk á støðini.
##med2##












