Smoltstøð fingið umhvørvisgóðkenning

Smoltstøðin á Norðtoftum góðkend Smoltstøðin hjá P/F Faroe Salmon á Norðtoftum hevur nú fingið umhvørvis- góðkenning. Smoltstøðin keypir rogn frá góðkendum rognaframleiðarum. Smoltstøðin alir rognið til yngul, og tá yngulin vigar í minsta lagi 40 gramm, verður fiskurin koppsettur. Síðani verður yngulin aldur til smolt. Í framleiðslutíðini verður fiskurin eftir tørvi viðgjørdur móti soppi við salti, formalini ella kloramini.

Tað skrivar Umhvørvisstovan á heimasíðu síni.

Sagt verður, at vatnnýtslan hjá smoltstøðini á Norðtoftum er tengd at veðrinum. Í vátveðri verður frískt vatn brúkt, meðan í turrveðri verður umleið 95% av vatninum endurnýtt. Tað endurnýtta vatnið verður lívfrøðiliga reinsað. Dagligar mátingar verða gjørdar av vatninum, ið verður nýtt á smoltstøðini, so sum nitrit, nitrat, pH og CO2 kanningar.

Umhvørvisstovan hevur í umhvørvisgóðkenningini serliga lagt dent á, at alt spillivatn verður leitt á sjógv við góðum vatnskifti, og at kemikalii verða goymd soleiðis, at møguligt spill kann haldast aftur og savnast upp.