Teir hava áður spælt fyri stórum mannfjøldum í Føroyum – einaferð so stórari mannfjøld, at tað gjørdist politimál burtur úr tí. Seinni í ár kunnu teir aftur upplivast á føroyskum palli.
Fyrsta dagin í oktober fer Smokie at spæla til dans í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn.
Tað var júst har, at ein tiltikin konsert var fyri nógvum árum síðani. Fólk tystu inn í ítróttarhøllina, og av ymiskum orsøkum komu alt og nógv fólk. Endin var, at politimál spurdist burtur úr konsertini, tí ov nógv fólk vóur inni.
Men hetta var bara prógvið um, at bólkurin var serstakliga væl umtóktur millum føroyingar. Sangir hjá Smokie hava verið nógv at hoyrt í almenna rúminum, og stóra hittið Living Next Door To Alice er bert ein av sangunum, sum hevur verið nógv at hoyrt.
Virknir tónleikarar
Smokie hevur í meira enn 35 ár verið við virkin við útgávum og konsertum, og teir spæla framvegis víðahvar. Bakgrundin hjá bólkinum er í bretska býnum Bradford, men teir hava í nógv ár havt allan heimin sum ferðamál, tá ið teir hava spælt.
Smokie hevur júst verið í Grønlandi og spælt, í kvøld fara teir á pall í Zofingen í Sveis, og næstu tíðina hava teir framførslur í Pólandi, Russlandi, Kekkia, Suðurafrika, Týsklandi, Eysturríki, Svøríki, Noregi og Danmark.
Teir trívast sum tónleikarar á ferð, teir spæla framvegis øll tey stóru hittini frá sjeytiárunum, og teir tríva eisini í sangir, sum teir hava spælt inn síðani.
Smokie gav sína fyrstu fløgu út miðskeiðis í sjeytiárunum, og teir hava støðugt givið tónleik út síðani. Seinnu árini hava teir gjørt nógvar endurinnspælingar av kendum sangum hjá øðrum bólkum, men teir hava eisini spælt egnar sangir inn. Í fjør góvu teir fløgu út við nýggjum sangum, og hendan fløgan stóð seg væl á hitlistanum í Danmark.
Smokie-treff
Manningin í Smokie er nógv broytt síðani fyrstu framførslurnar í sjeytiárunum. Í dag manna hesir bólkin: Mike Craft (sangari og gittarspælari), Mick McConnell (gittar og kór), Terry Uttley (bass og kór), Steve Pinnell (trummur) og Martin Bullard (ljómborð).
Skulu nakrir av kendu sangunum hjá Smokie nevnast, kundu tað til dømis verið Living Next Door To Alice, Needles And Pins, Mexican Girl, Oh Carol og Lay Back In The Arms of Someone.
Tá ið Smokie nú vitjar aftur í Føroyum, verður tað fyri at spæla til dans í ítróttarhøllini á Hálsi. Tað er Rex, sum hevur fingið bólkin hendan vegin, og ætlanin er eisini at gera ein Smokie-treff á Hotel Hafnia, har fjeppar kunnu keypa ein pakka við mati, uppihaldi og møguleikanum at hitta tónleikararnar í Smokie.
Myndatekstur:
Smokie hava verið partur av tónleikavalinum hjá føroyingum í 35 ár – seinni í ár spæla teir aftur í Føroyum