Smokie til Føroya

Bretski bólkurin Smokie, sum hevur verið virkin í meira enn 35 ár, kemurnú aftur til Føroya at spæla. Í oktober kann bólkurin Smokie aftur upplivast á føroyskum palli. Teir hava áður spælt fyri stórum mannfjøldum í Føroyum ? einaferð so stórari mannfjøld, at tað gjørdist politimál burtur úr tí. Seinni í ár kunnu teir aftur upplivast á føroyskum palli.

 

Fyrsta dagin í oktober fer Smokie at spæla til dans í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn.

 

Smokie hevur í meira enn 35 ár verið við virkin við útgávum og konsertum, og teir spæla framvegis víðahvar. Bakgrundin hjá bólkinum er í bretska býnum Bradford, men teir hava í nógv ár havt allan heimin sum ferðamál, tá ið teir hava spælt.

 

Manningin í Smokie er nógv broytt síðani fyrstu framførslurnar í sjeytiárunum. Í dag manna hesir bólkin: Mike Craft (sangari og gittarspælari), Mick McConnell (gittar og kór), Terry Uttley (bass og kór), Steve Pinnell (trummur) og Martin Bullard (ljómborð).

 

Tá ið Smokie nú vitjar aftur í Føroyum, verður tað fyri at spæla til dans í ítróttarhøllini á Hálsi. Tað er Rex, sum hevur fingið bólkin hendan vegin, og ætlanin er eisini at gera ein Smokie-treff á Hotel Hafnia.