Leygarkvøldið verður stórdansur við enska bólkinum Smokie í Høllini á Hálsi í Havn.
Hetta fyrr so kenda orkestur hevur fleiri ferðir áður vitjað í Føroyum, og nú eru fimm ár síðani seinastu vitjan – sum merkir, at teir kenna seg at hava fleiri fjepparar her.
Tá teir vóru her seinast í 2011 spældu teir fyri fullari høll á Hálsi, og áðrenn tað spældur teir hóskvøld á Summarfestivalinum.
Bólkurin Smokie byrjaði longu í 1965 sum ein skúlabólkur, og skjótt gjørdist teir stórir. Longu í 1975 komu hittini »Changing All the Time«, »If You Think You Know How to Love Me« og »Don't Play Your Rock 'n' Roll to Me«. Teir gjørdu fleiri hitt upp til nítiárini, tá teir góvu út aftur sangin Alice, sum eisini bleiv ein landaplága í Føroyum.
Smokie spæla enn so at siga hvønn dag, og í oktober og november eru teir á ferði í Evropa.
Frá upprunamanningini er bert Terry Uttley efitr, men hinir hava verið í bólkinum í fleiri ár, og er talan um somu manning, sum var við, tá teir vitjaðu í Føroyum seinast, í 2011.
Hinir í bólkinum eru:
Martin Bullard
Steve Pinnell
Mike Craft
Mick McConnell
Til stórdansin í annaðkvøld, sum byrjar klokkan 23, fara Smokie á pallinlongu klokkan 23:30.
Discografiin hjá Smokie:
• Pass It Around (1975)
• Changing All the Time (1975)
• Midnight Café (1976)
• Bright Lights & Back Alleys (1977)
• The Montreux Album (1978)
• The Other Side of the Road (1979)
• Solid Ground (1981)
• Strangers in Paradise (1982)
• Midnight Delight (1982)
• All Fired Up (1988)
• Boulevard of Broken Dreams (1989)
• Whose Are These Boots? (1990)
• Chasing Shadows (1992)
• Burnin' Ambition (1993)
• The World and Elsewhere (1995)
• Light A Candle (1998)
• Wild Horses – The Nashville Album (1998)
• Uncovered (2000)
• Uncovered Too (2001)
• On the Wire (2004)
• Take a Minute (2010)