SMJ letur upp í Klaksvík

Fimm verkfrøðingar arbeiða á deildini í Klaksvík, har tað er móttøka klokkan 14 í dag

SMJ ráðgevandi verkfrøðingar – tað sum fyrr nevndist Sofus M. Jakobsen – letur í dag nýggja deild upp í Klaksvík. Skrivstovan verður úti í Klaksvík í hølunum, sum partafelagið Christian í Grótinum eigur og hevði skrivstovu í, áðrenn flutt varð norður í Norðhavnina.

Árni Jakobsen er stjóri í SMJ, og hann sigur soleiðis:

-Í fjør keyptu vit KJ Elráð frá Kristmari Johannesen í Klaksvík. Harvið arbeiða vit nú innan fimm fakøki – hvs, el, trygd og brunaleiðslu, umhvørvisráðgeving og verkætlanar- og byggileiðslu. Vit eru sekstan fólk í starvi. Á deildini í Klaksvík fara fimm verkfrøðingar at starvast. Tað hevur stóran týdning, at talan er um eitt fakligt umhvørvi, og starvsfólkatalið í Klaksvík verður so mikið stórt, at talan verður um gott fakligt umhvørvi.

Felagið hevur høvuðsskrivstovu í J. H. Schrøtersgøtu 11 í Havn, og nú verður latið upp í Klaksvík.

Í sambandi við at skrivstovan úti í Klaksvík letur upp verður móttøka í dag millum klokkan 14 og 16.