Smittutrýstið lækkaði eitt vet í gjár

Og talið av smittaðum minkaði í gjár úr 382 fyrradagin til 269 í gjár

 

Men talið av smittaðum í miðal um dagin seinastu sjey dagarnar veksur framvegis. Talið fyri í gjár og seinastu sjey dagarnar er heilt uppi á 241. Talið í gjár var 233.

Markið fyri at tiltøkini verða herd til reyðu ferðsluljósini hjá Landsstýrinum var 75 – men enn eru tiltøkini ikki herd og verða heldur herd, hevur løgmaður sagt fleiri ferðir.

Orsøkin til tað er, at støðan við Omikron frábrigdinum hevur broytt alt. Nú eru fólk ikki eins sjúk, og tey vóru frammanundan, og trýstið á sjúkrahúsverkið er als ikki so stórt, sum tey høvdu roknað við, tá smittutølini gjørdust so stór, sum tey eru nú.

Smittutrýstið, sum í gjár var uppi á 9,4 prosent, lækkaði nú niður á 9,2 prosent.

Mánadagin fer Farsóttarnevndin at hava fund um støðuna, og eftir tann fundin fer landsstýrið at taka støðu til, um tilmælini verða broytt.