Smittutrýstið er framvegis høgt

Hóast smittutølini í gjár vóru lægri, so er smittutrýstið við koronu kortini hækkað seinastu dagarnar

Tí tað veldst um, hvussu nógv fólk verða kannað.

 

Av teimum, sum vórðu kannað jólaaftan, vóru 2,45 prosent smittað við koronu. Tá vóru bara gjørar 1.225 kanningar, meðan tað aðrar dagar hava verið gjørdar oman fyri 3.000 kanningar.

 

Myndugleikarnir hava áður sagt, at smittupronsentið skal liggja niðan fyri 1,5 prosent, fyri at tað skal verða nøktandi.

 

Tað er langt síðani, at smittutrýstið hevur verið so lágt. Tað lægsta tað hevur verið seinastu 10 dagarnar er 1,68 prosent, og tað var tann 19. desember.

 

Tann 22. desember var tað 3,12 prosent. Tá vórðu 2.614 fólk kannað, og 82 teirra vóru smittað.

 

Soleiðis sær smittutrýstið fyri seinastu 10 dagarnar:

 

 

Desember

 
 

smittað

 
 

kannað

 
 

smittuprosent

 
 

25

 
 

30

 
 

1225

 
 

2,45

 
 

24

 
 

76

 
 

3258

 
 

2,33

 
 

23

 
 

65

 
 

3483

 
 

1,87

 
 

22

 
 

82

 
 

2631

 
 

3,12

 
 

21

 
 

100

 
 

3614

 
 

2,77

 
 

20

 
 

57

 
 

2028

 
 

2,81

 
 

19

 
 

35

 
 

2086

 
 

1,68

 
 

18

 
 

61

 
 

3444

 
 

1,77

 
 

17

 
 

69

 
 

2689

 
 

2,57

 
 

16

 
 

49

 
 

2393

 
 

2,05