Yvirlit, sum ymiskar heimasíður hava yvir koronu-smittutøl, vísa, at smittutølini í Danmark hava verið veksandi seinastu fýra dagarnar.
Hin 16. februar vórðu staðfestir 385 smittutilburðir í Danmark, og síðan hevur vøkstur verið í tølunum fram til hin 19. februar.
Hin 19. februar var talið uppi á 552 tilburðum.
Professarin í kliniskari mikrobiologi á Syddansk Universiteti, Hans Jørn Kolmos, sigur við TV2, at Danmark møguliga gongur ímóti einum nýggjum "toppi".
Hann leggur tó dent á, at enn er helst ov tíðliga at siga nakað við vissu. Sambært professaranum er tað bretska frábrigdið, sum serliga ger um seg.
- Líkt er til, at tað er bretska frábrigdið, sum av álvara setir dagsskránna í løtuni, sigur Hans Jørn Kolmos við sjónvarpsrásina.
Í gjár, fríggjadagin 19. februar, doyðu átta fólk í Danmark við covid-19. Meðan smittutølini seinastu dagarnar eru økt, er talið av innleggingum kortini støðugt minkað.