Smittandi fuglakrím í India

Í India er staðfest eitt útbrot við rættiliga smittandi fuglakrími.

Í India, tætt Bengaluru í Karnataka har suðuri í landinum, er staðfest eitt útbrot við rættiliga smittandi fuglakrími.

 

Tað staðfestir heimsheilsustovnurin fyri djóravælferð (OIE), sum vísir til eina frágreiðing hjá indiska landbúnaðarmálaráðnum.

 

Tað var hin 26. desember í fjør, at vandamikla H5N8-virusið varð staðfest millum høsn í býnum Dasarahalli, har virusið gjørdi av við níggju av 951 fuglum.

 

Eftir staðfestingina av vandamikla virusinum vórðu allir fuglarnir avlívaðir, sigur OIE á sínari heimasíðu.

 

H5N8 er lívsvandamikið fyri høsn, men er ikki funnið millum menniskju.

 

Síðst í desember frættist úr Ruslandi, at eitt útbrot av vandamikla H5N2-fuglakrími varð staðfest í sonevndu Kostromskaja Oblast-regiónini.

 

Har hevði virusið dripið fleiri enn 44.000 fuglar, og síðan vórðu 663.500 aðrir fuglar avlívaðir. Rusland hevur annars javnan verið rakt av H5N8 seinasta árið.

 

Á heysti í 2016 varð H5N8 staðfest í deyðum villum fuglum í Danmark, og virusið rakti eisini høsnagarðar í øðrum ES-londum og í Asia, skriva Ritzau/ Reuters í dag.