Smittan kann koma aftur og kosta okkum dýrt

– Halt fast, halt við og halt frástøðu.

Tað er slagorðið, nú Føroyar skulu fara upp aftur í ferð, sigur Michael Boolsen, fúti og formaður í epidemikommissiónini.

Á tíðindafundi í morgun segði Michael Boolsen, at tað hevur eydnast Føroyum væl at handfarið koronasmittuna, og Føroyar ivaleyst er fyrsta landið í heiminum, sum so at siga hevur bast smittuni.

Men góða arbeiðið, ið er framt, krevur eisini ábyrgd, nú landið fer upp aftur í ferð, og tí má upplatingin vera við ábyrgd.

– Vit kunnu enda í teirri støðu, at smittan tekur dik á seg aftur, segði Michael Boolsen.

Hóast tamarhald er á smittuni í Føroyum, so er støðan ikki tann sama runt í heimi, og tí er altíð vandi fyri, at smittan kemur aftur til Føroyar, eru vit ikki ansin. 

–  Vit liva ikki í einari stongdari verð. Og tað er bert her, at smittan meira ella minni er útdeyð. So fáa vit smittuna inn í landið aftur, og ansa vit ikki eftir, so hava vit nakrar útrokningar, sum siga, at reproduktionsratan ikki skal langt yvir eitt, áðrenn vit fáa eina støðu, har vit hava nógv alvorliga sjúk, vit hava nógvar innleggingar á intensivu deild, og vit fara at hava, eftir føroyskum mátistokki, nógv deyð, segði Michael Boolsen.

– Ráðini frá epidemikommissiónini eru, at vit skulu ansa eftir okkum sjálvum, og vit skulu ansa eftir hvørjum øðrum. Sosiala frástøðan, hesir tveir metrarnir, eru alt avgerandi í hesum samanhangi, helt Michael Boolsen áfram og legði aftrat, at fólk skulu minnast til ikki at hosta á hvønn annan, tí hetta er ein av størstu smittuvandunum.

Michael Boolsen legði at enda dent á, at hóast Føroyar nú fóru upp í ferð, og nógv innkeyp stendur fyri framman, so er neyðugt at hava høvdið við, tá tú fert til handils, men ikki restina av familjuni.

– Verið ábyrgdarfull, tá tit keypa inn. Farið ikki øll til handils í senn. Tað er nokk, at ein keypir inn, segði Michael Boolsen.