– Heitt er á starvsfólk um at avmarka sosiala samveru uttanfyri arbeiðstíð. Hetta er bert ein áheitan, tí tað ikki ber til at áleggja teimum nakað, men starvsfólkið hevur tikið væl ímóti áheitanini, segði Eyðun Christiansen.
Enn er eingin brúkari á stovni innan eldraøkið kring landið vorðin smittaður av korona. Okkurt starvsfólk er tó smittað, og onkur onnur starvsfólk eru farin í sóttarhald.
Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum, heitti eisini á síni starvsfólk um at avmarka samveruna við onnur uttanfyri vanliga arbeiðstíð, fyri at verja teir eldru og veiku borgararnar í samfelagnum.
Herfyri heitti Tummas í Garði, varastjóri í sjúkrahúsverkinum, eisini á síni starvsfólk um at gera tað sama.
Forkvinnan í Megd, Tóra við Keldu, fegnaðist eisini um, at eingin av teirra brúkarum er raktur.
– Enn er friðarligt á brek-økinum, og tað er gott tekin, segði Tóra við Keldu.
##med2##
Tað eru kommunurnar, ið taka sær av eldraøkinum. Økini eru í tøttum samstarvi og hava í hesum døgum regluligar fundir um støðuna. Tey hava eisini gjørt avtalu við Pál Weihe, yvirlækna, um at ráðgeva teimum.
– Fyri einari viku síðani vórðu dyrnar læstar fyri vitjandi á eldraøkinum. Bert í einstøkum heilt serligum førum eru undantøk gjørd frá hesi reglu. Trýstið á búfólk, avvarðandi og starvsfólk er stórt, men hetta er ein av prísinum, vit mugu bera, segði Eyðun Christiansen.
##med3##
Men hvat hendir, um ein borgari á einum ellisheimi ella eldrasambýli fær smittuna?
– Gerst ein sjúkur, so verða tey møguliga avbyrgd á sama stovni, tey eru á. Men eru tey illa fyri, so hava tey rætt at koma á sjúkrahús, segði Eyðun Christiansen.
Hann vísir á, at tilbúgvingin gongur fyrst og fremst út uppá at steðga smittuni at koma inn á heimini.
Umskipingar eru gjørdar á heimunum, seravtalur eru gjørdar ella verða gjørdar við fakfeløgini um arbeiðstíðir og annað, og arbeitt verður við at fáa eyka starvsfólk inn, um tað skuldi gjørst neyðugt.
Øll fáa ta hjálpina tey hava brúk fyri












