Framyvir kann søkjast um ferðastuðul gjøgnum MínBoks. Í MínBoks liggja nú nøkur talgild umsóknarbløð hjá TAKS, millum annað umsóknarblaðið um ferðastuðul, og kunnu hesi sendast frá MínBoks beinleiðis til TAKS.
Samstundis er ikki longur neyðugt við arbeiðsgevaraváttan á umsóknarblaðnum. 8. desember 2014 kom nýggj kunngerð í gildi, har kravið um, at arbeiðsgevarin skal vátta fyri starvssetan, varð strikað.
Við nýggju hentleikunum í MínBoks og linkaðu krøvunum til umsóknarblaðið vónar TAKS, at tað nú gerst smidligari hjá fólki at søkja um ferðastuðul.
TAKS lovar útgjald ávísan dag
TAKS hevur annars tvey tey seinastu árini havt ta mannagongd, at lova fólki ferðastuðulin á konto ávísan dag, um tey søkja um stuðul innan eina ásetta freist. Í januar er aftur tíð at søkja um ferðastuðul, og tá ljóðar lyftið: Søk um ferðastuðul innan 12. januar, so hevur tú pengarnar á konto 17. februar. Søkir tú gjøgnum MínBoks, hevur tú pengarnar longu 10. februar.
Hvørt hálvár, í januar og juli, kann søkjast um ferðastuðul. Vanliga fær TAKS samanlagt um 3.000 umsóknir um ferðastuðul hvørt hálvár.










