Valbjørn Dalsgarð er eitt kent navn í føroysku byggivinnuni. Hann er uppvaksin á Argjum og er, sum hann sjálvur sigur tað, ein ordiligur argjamaður. Hann gjørdist útbúgvin timburmaður hjá Anfinni Hansen í 1987, men byrjaði longu at hjálpa abba sínum at smíða eftir skúlatíð, tá hann var ein stórur smádrongur.
Í løtuni er fyritøkan hjá Valbirna Dalsgarð - Sp/f VD - í holt við at smíða elementini til Virknis-og Umlættingardepilin, sum skal byggjast á Sandi. Fyritøkan keypir timbrið hjá Havnar Timburhandli, og elementini vera smíðað í byggihøllini hjá timburhandlinum á Hálsi.
Fyritøkan hevur alt arbeiði upp á Virknis-og Umlættingardepilin á Sandi, men hevur undirveitarar til ymiskar uppgávur, eitt nú til jørð-, lendis-og anlegsarbeiði, eins og hvs-arbeiði og el-arbeiði eisini verður gjørt av undirveitarum.
- Tá grevsturin er liðugur, fara vit sjálvir at stoypa. Tá sokkulin er komin, verða elementini sett upp. Hetta eru óbjálvaði, men klødd elementir, og vindeyguni verða sett í, áðrenn elementini verða sett upp á staðnum.
Valbjørn Dalsgarð sigur, at byggitíðin er sett til umleið eitt ár, soleiðis at depilin skal standa liðugur á Sandi næsta summar. Hann væntar, at teir verða lidnir við elementini um einar tveir mánaðir, og tá uppsetingin kann byrja seinni í ár, fer tað helst at taka umleið eina viku at reisa bygningin á grundini.
- Síðan fer innrættingararbeiði at taka einar fýra mánaðir ella so, sigur hann.
Virknis-og Umlættingardepilin á Sandi verður umleið 480 fermetrar til støddar, og alt verður bygt í einari hædd. Valbjørn Dalsgarð væntar, at bygningurin fer at standa innilokaður um ársskiftið - og lyklaklárur næsta summar, soleiðis sum byggisáttmálin sigur.