Smekkaði til

Fyri trimum árum síðani misnýtti hann, men hesa ferð tryggjaði Alexandur strandingum sigurin á VÍF

Hondbóltstos

Steypafinalan á várið 1999:
VÍF er á odda við einum máli móti StÍF, og bert fá sekund eru eftir at spæla. Alexandur Johansen verður leiktur leysur á høgra veingi, leypir inn móti málinum og lobbar ? bólturin fer upp um. Løtu seinni er alt liðugt, at VÍF er steypavinnari.

Smekkaði til
Sum kunnugt var støðan vend á høvdið mikukvøldið, tá Alexandur við seinasta málinum í dystinum tryggaði StÍF sigurin á VÍF.
Eftir dystin spurdu vit Alexandur, um hann undan hesum dystinum hevði hugsað nakrar tankar um finaluna í 1999.
- Eg havi hugsað nógv um handan kjansin síðani ta ferðina, men ikki undan hesum dystinum. Hesa ferð vistu vit bara, at vit ikki máttu tapa samanlagt, og tá eg fekk kjansin í dag, so hugsaði eg ikki um at brenna. Bólturin skuldi bara í kassan, so eg smekkaði til, segði ovurfegni match-vinnarin eftir dystin.