Tað var væl av vindi í gjár, og aftur tíðliga í morgun - serliga í ælunum - hevur verið nógvur vindur.
Løgreglan fekk fleiri fráboðanir í gjár um smærri skaðar kring um landið.
Í nøkrum førum høvdu fólk mist bilhurðar á parkeraðar bilar, tá tey antin skuldu inn ella út úr bilinum.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at í Norðdepli var partur av húsaklædningi fokin á parkeraðar bilar.
- Á Norðasta Horni var eitt seyðahús, sum er undir bygging, við at fara, og her fekst fatur í eigaranum av húsinum.
Í Klaksvík fór eitt ruskílat á hjólum á rull í gjárkvøldið og endaði á einum parkeraðum bili.
- Vit fingu fleiri uppringingar um stormskaðar í gjár, men talan var fyri tað mesta um smáttaríir, sigur vaktleiðarin.












