Sjúkrahúsini í Klaksvík og í Suðuroy skulu ikki longur verða sjúkrahús, men heilsudeplar.
Tað halda læknar, sum enn einaferð gera vart við seg í sambandi við, hvussu okkara heilsuverk eigur at verða skipað.
Nú ein stór nevnd er sett at leggja eina menningarætlan fyri sjúkrahúsverkið, hava eisini læknarnir sett seg við borðið, og eru komnir við sínum boðum upp á, hvussu sjúkrahúsini skulu skipast.
Læknafelagið hevur havt aðalfund og tá skipaðu teir seg eisini í bólkar at viðgera støðuna í heilsuverkinum, og tað, sum verður nevnt niðanfyri, er burtur úr tí, teir ymsu bólkarnir komu til.
- At fáa tey smærru sjúkrahúsini at passa inn í eitt framtíðar sjúkrahúsverk er trupult, fyri ikki at siga ógjørligt, siga læknarnir.
Sjúkrahúsini í Klaksvík og á Tvøroyri eiga at fáa annað heiti enn sjúkrahús. Tað kundi verið endurvenjingarmiðdepil, útistova, røktarheim, ávegisheim fyri liðugviðtgjørdar sjúklingar, sum bíða eftir røktarheimsplássi o.s.fr.
- Tey smáu sjúkrahúsini eiga at vera heilsudeplar fyri lokaløkið. Serlæknarnir skulu út og førleikamentir kommunulæknar skulu inn.
Somuleiðis skulu tey kunna taka røntgenmyndir og hava laboratorium um dagin, sum satelittdeildir frá frá Landssjúkrahúsinum.
Hetta krevur helst eina seingjardeild í døgnfunktión, mannað við sjúkrarøktarfrøðingum, og í dagtíð ergo- og fysioterapeutum - eisini ambulant, siga læknarnir.
Teir siga, at viðgerð, ið krevur nógva tekniska útgerð, eigur ikki at vera á smáu sjúkrahúsunum.
Verða dýr tól á smáu sjúkrahúsunum eisini, vera tey tól ikki gagnnýtt til fulnar, og tá ið tey so skulu skiftast, hava vit ikki ráð til tað.
Læknarnir mæla eisini frá, at akuttir sjúklingar verða innlagdir á tey smáu sjúkrahúsini, og kanska serliga traumasjúklingar. Hetta er tí, at nøktandi sjúkugreining ikki ber til uttan hátøknologi, kanska serliga CT-scannara. Traumasjúklingar kunnu vera sjúklingar, sum hava fingið skaða í vanlukku.
Aloftast eiga teir, sum skjótast, at verða fluttir beinleiðis á Landssjúkrahúsið, har neyðugu kanningartólini og spesialini eru.
- Harafturímóti er meira rímiligt, at endurvenjing og eftirviðgerð verður á teimum smærru sjúkrahúsunum, hetta av tí, at hetta krevur ikki so umfatandi teknologi - men harafturímóti krevur hetta rættiliga nógv starvsfólk, siga læknarnir.
Teir halda eisini, at tað er ikki neyðugt við vakttilbúgving við skurðlækna- og narkosulæknatænastu á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
- Stutta frástøðan til Landssjúkrahúsið, og ein førleikamenning av kommunulæknunum, saman við eini vælvirkandi skaðastovu í Klaksvík, hevði givið eina forsvarliga tænastu.
Øll við lívshættisligum skaða ella sjúku, skulu kortini beinleiðis á Landssjúkrahúsið, har serkunnleikin og útgerðin, er.
At fara fyrst á skaðastovuna á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, er oftast bert ein óneyðug seinking.
- Í staðin skal tað heldur vera ein læknasjúkrabilur, so tað kundi verið gjørligt at stabilisera og kanska byrja viðgerðina á veg til Havnar.
Klaksvíkar Sjúkrahús skal varðveita tær báðar seingjardeildirnar, eina skurðdeild og eina medicinska deild, men tað skuldi mest vera til endurvenjing. Endurvenjing eftir heilabløðingar og blóðproppar, og eftir ymsum skurðviðgerðum.
Umframt hetta, kunnu eisini sjúklingar, sum eru greinaðir, viðgerast í Klaksvík. Hetta hevði givið meira seingjarpláss á Landssjúkrahúsinum til teir meira akuttu og kompliceraðu sjúklingarnar.
Umhugsast kundi eisini verið at gjørt skaðastovuna í Klaksvík til eina læknamóttøku, sum skal passast av kommunulæknum. Teir kundi so eisini mett um akuttar trupulleikar við teimum innløgdu sjúklingunum og skipað fyri flutningi á Landssjúkrahúsi, har tað er neyðugt.
Ein vaktlæknamóttøka norðanfjørðs vildi eisini verið ein góð tænasta, og tað hevði lætt um trýstið í læknavaktini í Havn.
Tað skuldi framvegis verið gjørligt at tikið røntgenmyndir og blóðroyndir á sjúkrahúsinum.
- Á Suðuroyar Sjúkrahúsi er tørvur á skurðlækna- og narkosutænastu í vaktini, halda læknarnir. Somuleiðis má vanligt skaðastovuarbeiði gerast har
- Har má vera ein akutt móttøka og møguleiki at innleggja sjúklingar til eygleiðingar, og til at viðgerða av sjúkur, sum eru lutfalsliga lættar at viðgera, tí annars hevði tað lagt alt ov stórt trýst á tyrlutænastuna.
Men útgangsstøðið er, at meginparturin av sjúklingunum, sum skulu leggjast inn, verða fluttir á Landssjúkrahúsið.
Sum skipanin er nú, verður akuttmóttøkan passað av royndum forvaktum, og tær kanna eisini sjúklingar, sum frá kommunulæknin sendir. Hendan skipanin kundi hildið fram.
- Við hjálp frá vaktini í Havn skuldi vaktin á Suðuroyar Sjúkrahúsi so sent sjúklingar, antin akutt við tyrluni til á Landssjúkrahúsið, ella við Smyrli, har tað ikki er bráðneyðugt. Ella kundi sjúklingarnir verðið lagdir inn til eygleiðing á sjúkrahúsinum.
- Einfaldar viðgerðir, sum bert krevja stutta innlegging, kundu eisini farið fram á Suðuroyar Sjúrahúsi, eitt nú í sambandi við viðgerð við antibiotika, har viðgerðin er einføld, umframt aðrar viðgerðir.
Blóðroyndir og røntgenmyndir áttu eisini at verið gjørligt at tikið á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Landsjúkrahúsið skal framhaldandi vera meginsjúkrahúsið, har øll útgreining og viðgerð av sjúkum, sum krevja háteknologisk tól og serkunnleika, skal vera og eisini allar skurðviðgerðir.
- Vit síggja ikki nakra meining í, at skurðviðgerðir skulu verða býttar út á tey smærru sjúkrahúsini. Heldur miðsavna arbeiðsorkuna og tólini á einum stað, so tey ikki standa óbrúkt stórar partar av árinum, siga læknarnir.
Tann greiða niðurstøðan hjá læknunum er, at í so lítlum landi er bert grundarlag fyri at hava eitt sjúkrahús, og tað sjúkrahúsið skal vera Landssjúkrahúsið.
Hetta er læknafakligt einasti háttur at gagnnýta læknaligan serkunnleika á besta hátt, eisini tá fíggjarligt atlit skal takast. Og ikki minst er hetta nógv tann tryggasta loysnin fyri sjúklingin.
Hinvegin siga læknarnir eisini, at tað, sum má gerast fyrst av øllum, er at skipa tey trý sjúkrahúsini undir eina leiðslu.
- Læknar sum verða settir, skulu ikki setast á antin Landsjúkrahúsinum, Klaksvíkar Sjúkrahúsi ella Suðuroyar Sjúkrahúsi. Teir skulu setast í Sjúkrahúsverki Føroya, halda læknarnir.