Smart design og sportsligir koyrieginleikar

Í heyst kemur aftur ein nýggjur Seat á marknaðin. Hesaferð verður talan um Seat Leon í heilt nýggjari útgávu. Motorjournalistar, sum hava royndarkoyrt bilin í Spania, geva Leon sítt besta viðmæli

Nýggi Seat Leon er eins og Seat Altea og Toledo teknaður av kenda bildesignaranum Walter de Silva. Allir hesir bilarnir líkjast og hava sermerkta designið hjá nýggju Seat-generatiónini. Seat er sportsliga bilmerki hjá VW-konsernini.

Leon er ein smartur og rúmligur familjubilur við sportsligum koyrieginleikum. Í mun til forgangaran er nýggi Leon væl størri og rúmligari.

Fimm motorar eru at velja ímillum, tveir bensin og tveir diesel. Bensinmotorarnir eru: 1,6 litur við 102 hk, og 2,0 litur FSI við 150 hk og ein FSI við 185 hk. Dieselmotorarnir eru: 1,9 litur TDI við 105 hk, og 2,0 litur við 140 hk.

Næsta ár koma tvær útgávur afturat, Leon FR og Leon Cupra við 2,0 litur TFSI-motorum við ávikavist 200 og 225 hk.

Leon hevur ESP sum standard eins og differentialesperru og bremsuassistent. BSW-skipanin heldur bremsuskivurnar reinar og fríar fyri vatn, og TSC-antispinn er ein partur av ABS-bremsuskipanini.

Motorjournalistar, sum hava royndarkoyrt bilin í Spania, siga, at nýggi Leon er bæði sportsligur at koyra og góður at sita í - setrini eru nakað heilt fyri seg. Eins og á t.d. Alfa Romeo 156 sita hurðahandtakini til bakhurðarnar fjald í aftastu síðurútunum - smart.

Nýggi Seat Leon kemur á marknaðin í heyst. Prísin vita vit einki um enn.

Seat Leon 1,6

Motorurin1,6 litur bensin 102 hk

0-100 km/t11,7 sek

Bensinnýtsla13,3 km/l

Dekkstødd205/55-16

Stødd og vekt
Longd432,0 cm
Breidd177,0 cm
Hædd146,0 cm
Eginvekt1.300 kg
Viðførisrúm341 litrar


SøluumboðP/F Bilasølan
Vegurin Langi
Tel. 315354
www.bilasolan.fo