Skipanes: Tey sum dag og dagliga koyra gjøgnum Skipanes hava helst mangan undrað seg.
Tey hava undrað seg um, tað vegastrekkið innast í bygdini. Eitt vegastrekkið sum hevur ligið órørt soleiðis í mong ár.
Eingin hevur rættiliga dugað at sagt frá, hví hetta bara liggur soleiðis hálvbyrjað, men sum aldrin er vorðið fullført.
Hetta ynskti nú tingmaðurin, Kári P. Højgaard at fáa eitt svar uppá. Tí setti hann herfyri fram ein fyrispurning um hetta til landsstyrismannin, Bjarna Djurholm.
Ikki nøktandi
Tingmaðurin ynskti at frætta nærri um, hvørjar ætlanir vóru við hesum vegastrekkinum.
Hann spurdi tí landsstýrismannin um nakrar ætlanir vóru við hesum arbeiðinum, og um hvat bleiv av ætlaðu vegbreiðkingini í bygdini.
Víst varð á, at hetta vegastrekkið gjøgnum bygdirnar Skipanes og Undir Gøtueiði ikki eru nøktandi.
Nakað av gróti er lagt vesturav vegnum, men liggur hetta í dag nærum sum eitt ótøki.
Kári P. Højgaard vísti á, at eini hús vórðu keypt fyri mongum árum síðani. Seinni vórðu hesi húsini niðurtikin fyri at betra um útsýnið og um trygdina.
- Men síðani tá er lítið og einki hent í hesum málinum, vísti Kári P. Højgaard á.
Raðfesting
Í svarinum vísti Bjarni Djurholm á, at ætlanin í Skipanesi varð broytt.
Ætlanin varð nevniliga broytt, frá at leggja vegin í niðara síðu til at leggja vegin omanfyri bygdirnar ístaðin.
Víst varð á, at nógv vegastrekki kring landið lógu somuleiðis og bíðaðu eftir at verða gjørd, og at hetta arbeiðið í Skipanesi mátti tí ganga inn í eina raðfestingarætlan hjá landsstýrinum.
Landsstýrismaðurin gjørdi tó greitt, at tað vóru eingi tekin um at hesin vegateinurin fór at verða gjørdur tey næstu árini.
Tað sum mong í økinum kortini eru kedd um, er at vegurin niðanfyri bygdirnar skemmir tær, tí einki er gjørt fyri at hampa um.
Enn er so einki sum bendir á, at nakað verður gjørt fyri at bøta um hetta enn á sinni.










