Smalt og trongt í Hoydølum

Við studentaskúlan í Hoy­døl­um er so smalt og trongt hjá bilum, at tað er ikki trygt.

Tað heldur Kristianna Winth­er Poulsen, ting­kvinna.

Óteljandi ferðir eru park­er­ings­við­ur­skifini við stud­ent­a­skúlan tikin upp til við­gerðar í Løgtinginum og nú tekur tingkvinnan fyri Sjálv­stýr­is­flokkin tey fram ein­a­ferð afturat.

Hon vísir á, at hóast nýggj­ur skúladepil verður bygd­ur í Marknagili, skal skúl­in í Høydølum verða í nýtslu í trý ár afturat.

Og nú vil hon hava Bjørn Kalsø, lands­stýrismann í ment­a­mál­um, at greiða frá, hvat hann ætlar at gera við par­­ker­ings­við­ur­s­kift­ini hesi trý árini.

Hon vísir eisini á, at ar­beitt hevur verið við eini loysn í langa tíð, men nú sókn­­­ast hon eftir, hvat verð­ur av henni
Kristianna Winther Poul­­sen stað­fest­ir, at tá ið skúl­in byrjar aft­ur eftir summ­ar­frí­tíð­ina, verða 950 fólk, sum hava sína dagligu gongd í Stud­ent­a­skúl­a­num í Hoy­dølum.

– Men har eru bara 50 par­k­e­r­ings­pláss og hvørki fyri dagl­iga virksemið, ella fyri trygd­ina, er tað langt frá nøkt­andi, staðfestir hon.

– Tað er sera torført, og tað tek­ur langa tí,ð at koma til og frá skúlanum, og ikki minst er ger tann myrka tíð­in stóran part av árinum, um­støð­ur­nar ótryggar.

– Landsstýrismaðurin í ment­amálum eigur bein­an­veg­in at taka stig til, at park­er­ings­við­ur­skift­ini næstu trý árini verða trygg og høgligari fyri bæði næm­ingar og starvsfólk, sig­ur Krist­i­anna Winther Poul­sen.