Seinni varð hann fluttur á sjúkrahús, men í morgun kundi Ragnar sjálvur staðfesta, at tilburðurin ikki er nakað, sum forðar honum í víðari luttøku.
- Tað var nokk bara tað, at eg fekk ov lítið salt. Eg syrgdi alla tíðina fyri at drekka nóg mikið, men tað vildi nokk verið betri, um eg hevði eitt sindur av salti í vætuni eisini. Reaktiónin hjá kroppinum er, at vøddarnir krampa seg saman, og tað var so tað, sum var hent hjá mær, segði læknin.
- Í morgun er tó eingin trupulleiki. Eg havi fingið onkra salttablettir í nátt, og eg eri sum fiskurin aftur, segði Ragnar, tá vit høvdu orðið á hann týsmorgunin.
So saman við hinum á føroyska golfliðnum fer Ragnar seinnapartin í dag undir næsta umfarið av golfkappingini.