Nú byrjar tíðin at nærkast, tá eplini skulu setast. Ólavur Weihe, stjóri hjá Jógvan Weihe, sigur, at tað eru gomlu kenningarnir sum selja best, men kortini eru fólk ikki bangin fyri at royna nakað nýtt, tá tað kemur til setepli.
Best umtóktu sløgini eru enn sum áður Folvo og Oleva, men vistfrøðiliga slagið Raja hevur eisini nógvar fjepparar, sigur hann.
- Tað tykist, sum fólk altíð venda aftur til tað, sum tey kenna og hava góðar royndir við. Hóast tey okkurt árið royna okkurt nýtt slag, so koma nógv til ta niðurstøðu, at Folva og Oleva tæntu teimum væl, sigur hann.
- Raja verður eisini nógv nýtt, og ikki bara tí, at tað er vistfrøðiligt. Raja vísir seg at vera sera mótstøðuført móti svartaspillu, og tí eru tað nógv, sum spyrja eftir tí, sigur Ólavur Weihe.
Eisini hjá Jógvan Weihe hava tey merkt ein øktan eftirspurning eftir vistfrøðiligum tilboðum, men Ólavur Weihe er eitt sindur í iva um, júst hvussu nógv ein skal leggja fyri í royndunum at fáa vistfrøðilig epli.
- Øll seteplini eru viðgjørd móti soppi, fyri at tey ikki skulu spillast. Men um tú setur slík epli niður, og so einans nýtir vistfrøðilig tøð og annað, so ert tú jú rættiliga nær eini vistfrøðiligari vøru, tá tú tekur eplini upp aftur, sigur hann.
Millum nýggju sløgini, sum eru at fáa í ár, nevnir Ólavur Weihe millum annað aspargeseplini, sum eru minni enn vanlig epli, og Blue Kongo, sum er eitt blátt ella korkalitt epli, sum verður heilt blátt, tá tað verður kókað.
- Í ár hava vit tikið eitt nýtt slag inn, sum vit hava góðar vónir til. Cimega eitur tað og er tað slagið, sum royndist best í royndunum hjá Búnaðarstovuni í fjør. Cimega sigst vera arvtakarin eftir Mette, sum hevur verið væl umtókt, men sum ikki er at fáa longur, sigur hann.
Tað er tó stórur munur á fólki eisini og Ólavur Weihe sigur, at hann hevur bæði kundar, sum ganga høgt upp í tað, sum skriva niður og føra logg og kanna gjølla, hvør úrtøkan er, meðan onnur ikki minnast, hvat tey brúktu seinast og ikki leggja stórvegis í, hvat tey fáa, so leingi tað riggar.
Hvat er so tað týdningarmesta hjá fólki, sum seta epli niður?
- Tey allar flestu tykjast vera mest upptikin av smakkinum. Tey eru sera fá, sum hugsa um tað fíggjarliga, tey flestu hava bara hug at hava síni egnu epli, tað er eitt sindur av sporti í tí. Fólk vera bitin av tí, tá tey síggja, at tað riggar. Tó so, tað er eingin ivi í míni verð um, at tað loysir seg fíggjarliga at hava eina eplaveltu. Tey eru kortini fá, ið einans hugsa um úrtøkuna, tá tey skulu velja sær setepli, sigur Ólavur Weihe.










