Oddvør Skarðhamar, ið er kend fyri at gera leskiligan og spennandi mat til tiltøk av allahanda slag, letur í hesum døgum úr hondum kókibókina »Oddvørsa krás úr køkinum«. Í bókini eru 83 uppskriftir til alskyns sløg av vælsmakkandi mati – allar skrivaðar bæði á føroyskum og donskum.
Hetta er aðru ferð víðagitna kókikonan gevur út kókibók. Í fjør kom »Oddvørsa køku- og dessertdreymar«. Bókin »Oddvørsa krás úr køkinum« er løgd til rættis og stílað av Ingibjørg Jacobsen. Benjamin Rasmussen hevur tikið myndirnar. Bókin kostar 299 krónur og fæst kring alt landið.
Speltbollar
(12 stk)
1 dl av A38
4 dl av flógvum vatni
25 g av ger
1 spsk. av salti
2 spsk. av putursukri
1 spsk. av olivenolju
100 g av hørfræi
250 g av grovum speltmjøli
450 g av hveitimjøli
1 egg at pensla við
Koyr A38 og vatn í eina skál og blanda gerina uppí. Rør síðan fyrst putursukur, salt, olju, hørfræ og speltmjøl uppí, og síðan eitt sindur av hveitimjøli í senn. Lat uml. 50 g av mjøli vera eftir. Elt deiggið, til tað er javnt og slætt. Lat restina av mjølinum í, um deiggið er ov kleiggjut. Koyr deiggið í 12 stykkir. Rulla hvørt stykki í 20 cm langar rullur og forma tær til ringar. Set á tvær bakiplátur við bakipappíri og lat ganga í 2 tímar. Pensla egg á, set í 200 stig heitan ovn og baka í uml. 20 minuttir.
Heilstoktur høsnarungi
við bulgur-salati
(4 persónar)
1 heilur høsnarungi
(skal ikki hava verið frystur)
salt og pipar
Bulgursalat:
200 g av cherrytomatum skornar í helvt
1 reyðleykur í puntum
1 gul piparfrukt í puntum
1 molgraður hvítleyksbátur
½ dl av olivenolju
1 dl av smáttskornum oregano, ella 1 spsk. av turkaðum
1 lítið bundi av smáttskornum koriander, ella 1 strokna spsk av turkaðum
1 bundi av várleyki í flísum
4 dl av bulgur
½ litur av grønmetisbuljong
Saft frá ½ sitrón
Smátt skorin persilla
Olivenolja
Salt og pipar
Krydra við salti og pipari, set høsnarungan
í 200 stig heitan ovn og steik í uml. 1 tíma
Bulgursalat:
Koyr cherrytomatir, reyðleyk og piparfrukt á glóðheita grillpannu og steik við nógvum hita í 5 minuttir.
Blanda grønmetið saman við olivenolju, hvítleyki og smátt skornum kryddurtum. Lat grønmetisbuljongina koma upp á kók. Stoyt oman yvir bulgurið og lat smákóka í 2 minuttir. Javna bulgurið við einum gafli og koyr grønmetisblandingina í saman við sitrónsaft, salti, pipari og oregano. Stroy persillu omanyvir.
Sjokolatukøka við osti
Botnur:
75 g av av smeltaðum smøri
125 g av makrónum
Fylla:
200 g av myrkari beiskari sjokulátu
300 g av rómaosti
2 egg
2 spsk av sukri
1 dl av róma
1/2 dl av amarettolikøri (mandlulikøri)
Pynt:
30 g av smeltaðari, myrkari sjokulátu
25 g av makrónum
Rivið skal frá 1 vistfrøðiligari appilsin
Molgra makrónurnar og rør upp í smeltaða smørið. Legg blandingina væl niður í botnin á einum smurdum springformi. Set kalt, meðan fyllan verður gjørt. Sker sjokulátuna smátt og smelta hana í eini skál yvir dampbaði ella í mikroovni. Rør hana javna og lat kólna. Rør rómaost, egg og sukur til eina javna blanding og píska róman uppí. Rør sjokulátu og likør uppí og koyr fylluna í formin. Baka køkuna í uml. 50 minuttir á 170 stigum, ella til hon kennist føst í tí. Lat kólna á eini rist, tak kantin av springforminum og loys køkuna varliga frá botninum. Set kalt til næsta dag.
Pynt: Smelta sjokulátuna. Pynta køkuna við molgraðum makrónum og appilsinskal og koyr sjokulátuna omanyvir.