Slongdi nakrar várrullur í ovnin hendan vetrardagin ein mánað eftir summarmála.
Men, nei, tær smakkaðu ikki so væl sum várrullurnar, várballini, sum málkøna systkinabarnið kallaði tær, í Crazy Grill fyri hálvari øld síðani. Verri enn so smakkaðu tær líka væl sum tær ella tey.
Stór framstig sigast annars at hava verið í várbalsídnaðinum. Betri rávørur, minni salt og alt hatta har, ja, enntá hevur vistfrøðin sníkt seg uppí.
Men smakkurin. Hvar bleiv hann av?
Svarið er soya. Í mínum var eingin soya. Í teimum hjá Crazy Grill varð soya oyst í foyruna, sum varð skorin eftir longdini, tá ballið kom upp úr aftur kókandi feittinum.
Soya ger allan munin. Tað, sum er afturvið, ger altíð allan munin.
Pylsurnar úr pylsuvognunum í Keypmannahavn smakka so væl, siga vit. Men royn at eta eina pylsu haðani uttan sinnop og tomatsós. Tá smakkar hon av ongum.
Drekk eina kola uttan rom ella eina tonic water uttan ginn.
Smakkar av ongum uttan.
Várball uttan djúpsteiking í vikugomlum feitti uttan soya smakkar av ongum. Eru tær so vistfrøðiligar afturat, er ikki meira enn at tær kunnu etast. Í hvussu so er ikki uttan soya.
Ella tak kips uttan edikk og salt. Smakka av ongum, heldur ikki av eplum.
Turt tvøst uttan spik. Ella spik uttan turt tvøst.
Annars skal eg ikki skræða meg meira um matgerð, tí henni havi eg millum einki og púrt einki skil fyri.
Matgerð er sum so nógv annað, eitt nú tíðindi og politikkur, vorðin undirhald. Tú kanst ikki tendra sjónvarpið og reika millum rásirnar uttan at onkur ger mat á teimum flestu. Viðhvørt, tað er kortini sjáldan, síggja vit eisini onkran eta matin – við víni afturvið. So vóru vit aftur har, døgurði uttan vín. Hvat er hann?
Tað, sum hugtekur meg hvørja ferð, er, hvussu lætt tað er hjá teimum í sjónvarpinum at gera mat. Millum annað at stoyta úr einari skál í ein pott uttan at helvtin fer á køksborðið ella komfýrin ella gólvið.
Kanska er tað bara venjing. Kanska eru nógvar upptøkur gjørdar, áðrenn tað lukkaðist at fáa alt í pottin. Matsendingar eru næstan altíð beinleiðis sendingar.
Tað ber ikki til at læra nakað av matsendingum, okkurt, sum tú kanst brúka, tí allur matur er skaðiligur av fananum til fyri lív og heilsu.
Fyrr søgdu tey, at varð fanin kókaður í tíggju minuttir, bar eisini væl til at eta hann við brúnari sós afturvið. Men tað var áðrenn øll hesi fólkini, sum ríka seg upp av at siga við okkum, at alt er skaðiligt, vórðu uppfunnin.
Allir kokkar eru menn. Heima við hús gera kvinnurnar matin. Fólk, sum fáa pengar, løn, fyri at gera mat, eru menn. Fólk, sum gera mat fyri einki, eru kvinnur.
Matur, sum smakkar sum tann hjá mammu, verður ofta sagt í lýsingum hjá matstovum fyri at lokka fólk inn á gólvið, sum so vónandi eisini er líka so reint sum gólvini, mamma vaskaði.
Annars hoyrdi eg um ein, sum kom til hús eftir arbeiðstíð og spurdi, hvat tey fingu at eta. Smurt breyð var svarið.
Tað var deiligt, segði hann, tí so bilar tað einki, um maturin er kaldur. Har var helst eingin góða mamma at kóka døgurða.
Alt er farið av lagi, og eingin bati er at hómi.
Gud átti at skapt heimin av nýggjum. Helst hevði hann gjørt nógv øðrvísi enn hina ferðina, til dømis lopið Adam um og mánadagin eisini.
Viðhvørt er neyðugt at seta onkran eftir.
Og Gud hevði ikki gloymt soyasósina í várballini. Tað er tann gudiliga sannheit.










