Smá mál hava stóran týdning

Í valstríðnum verður nógv tosað um stórmál so sum kríggið í Ukraina, trygdar- og verjupolitikk og støðuna hjá Føroyum í heiminum.


Alt hetta hevur sjálvandi stóran týdning og vil Javnaðarflokkurin vera ein viðspælari í hesum málum á fólkatingi.


Ein annar sera týðandi partur av fólkatingsarbeiðinum, ið vit kanska ikki so ofta hoyra um, eru tey ítøkiligu gerandismálini. Hetta eru mál, ið snúgva seg um tey, ið av onkrari orsøk koma tvørt fyri í donsku skipanini ella detta niður ímillum tvær skipanir. Okkara og ta donsku.


Hetta hoyrir heima millum smátingini, vil onkur kanska siga, men tað eri eg als ikki samd í. Tvørturímóti. Hesi mál snúgva seg um menniskju og hava alstóran týdning fyri tey, sum tað rakar - og familju teirra. Tað kann til dømis vera álvarslig sjúka ella brátt íkomnar støður, ið ger, at tey ikki hava orku eisini at stríðast við skipanir og stovnar, ið ikki tosa saman.


Um eg fái møguleikan at koma á fólkating, vil eg arbeiða fyri teimum, ið koma tvørt fyri ella detta niður ímillum skipanir. Hetta arbeiðið havi eg royndir við í mínum politiska arbeiði.


Vit skulu minnast til, at hetta eru skipanir, ið eru samtyktar og settar í verk av politisku skipanini. Tí er tað ein politisk ábyrgd at loysa truplu støðurnar, fólk koma í.


Eyðgunn Samuelsen,

 

fólkatingsvalevni fyri Javnaðarflokkin